Tveir norðmenn, sum vórðu dømdir til deyða í Kongo herfyri, fingu deyðadómin staðfestan í dag. Tjostlov Moland og Joshua French eru dømdir til deyða fyri dráp og fyri fíggindaligt virksemi ímóti Kongo og landsins myndugleikum. Málið var í einum hernaðardómdtóli, sum gav teimum báðum norðmonnunum harðastu revsing.
Teir dømdu hava ein møguleika aftir, og tað er at leggja málið fyri hægstarætt í Kongo, men rætturin kann bara broyta sjálva revsingina, skrivar NTB.









