Á hvørjum ári skipar Barnabati fyri jólahjálp til barnafamiljur, ið liva í fátækaváða. Ein umráðandi liður í hesi innsavning, er stuðulskonsertin, sum í ár var í Kringvarpinum sunnukvøldið. Og tað hilnaðist væl tí yvir 880.000 krónur komu inn.
Harumframt skipaði Stephanie Trónd Larsdóttir fyri stórum loppumarknaði í otkober og tað fekk eisini stak góðaundirtøkum tí góðar 117.000 krónur komu burtur úr og tær fekk Barnabati eisini sunnikvøldið.
Eins og undanfarna ár, stuðlar Reyði Krossur Føroya, eisini jólahjálpini hjá Barnabata við 1.000 krónum fyri hvørja umsókn.
Barnbati sigur, at í ár hevur Barnabati fingið 260 umsóknir um jólahjálp og tilsamans eru tað 550 børn, sum fáa jólahjálp.
Í dag eru starvsfólkini hjá Barnabata farin at pakka brøvini, og endamálið er at lata Posta teimum tey í dag. Sostatt kunnu allir umsøkjarar vænta sær svar ein av komandi døgunum, sigur Barnabati.











