Fingu 530 súlur

Í nátt hava mykinesmenn verið eftir súlum, veðrið í nátt var av tí allarfagrasta, tað vignaðist væl, men ein maður fekk skaða.

Veðrið var av tí allarfagrasta í gjárkvøldið og í nátt. Tá vit tosaðu við Esbern í Eyðanstovu um 9 tíðina í morgun, segði hann, at nú vóru teir seinastu mennirnir á veg upp aftur av súlurókunum, teir høvdu fingið tilsamans 530 súlur, sum er heilt gott.

Eitt óhapp hendi í nátt, ein maður sum varð niðri á eini rók, fekk stóran skaða í ein fingur, maðurin var fluttur á landssjúkrahúsið við tyrlu.

Teir vóru væl mannaðir, 35 mans vóru við. Annars var gamla skipanin 24 mans.

Mett verður at eini 1000 - 1200 súlupør kunnu halda til á rókunum. Tey bestu árini kundu teir fáa upp í 900 súlur, men tey seinnu árini hevur veiðan ligið um 450 súlur.

- Fyrr plagdi veiðan at liggja um: ?Á Loftsrók, tí rókini sum eru lopin, fingu teir einar 200 - 250 súlur. Í Urðini fingu teir gjarna 300 og í Nýggja Plássi fingu teir 100 og á Gomlu Rókini fingu teir 90 súlur. Á Norðastu Rókini var tað so ójavnt.

Loftsrok er avkvett av einum lopi, so har er ikki komandi til. Og tað fór eisini nógv súla við lopinum.

Úti í Drangunum vóru teir eisini. Á Píkarsdrangi fingu teir 40 súlur, meðan teir á Flatdrangi fingu einar 140«.