Turkiska ítróttarsambandið og fyrireikarnir av turkisku formil 1 koyringini skulu til samans gjalda út við kr. 30 milliónir í bót. Orsøkin er, at undir steypahandanini handaði Mehmet Ali Talat steypið fyri sigurin til Felipe Massa, ið vann koyringina. Hann varð presenteraður sum forseti fyri tann Turkiska Kypriotiska statin. Ein statur, ið einans Turkaland viðurkennur, skrivar f1.com.Stóra revsingin skal uttan iva skiljast, sum ein ávaring til øll lond, ið kundu funnið uppá at blandað altjóða politikk upp í formil 1 kappingina.