Fingu 3 børn í 10 mánaðir

Tað eru ikki mong, ið kunnu práta við, tá Jana Mari og Ragnar siga frá tí, sum teimum hevur verið fyri, tí tey hava nevniliga í einum tíðarskeiði uppá 10 mánaðir fingið 3 børn

Uppá 10 mánaðir hava Jana Mari Olsen og Ragnar Hansen í Vági fingið 3 børn. Tey hava økt um familjuna uppá hetta stutta tíðarskeið við trimum, og tað er heldur sjáldsamt, hóast tætt kann verða millum barnsburðir hjá mongum.
Fyrr, tá mong børn ofta vóru í hvørjum húsi, kom slíkt kanska fyri, men at fáa 3 børn í húsið, innan eitt ár er ligið, má sigast at vera sjáldsamt í dag.

Ikki strævið
Elsti sonurin Hallur er 17 mánaðir, og síðani komu tvíburðarnir Eyðstein og Rúni, ið eru 7 mánaðir.
Jana Mari og Ragnar fegnast, tí tey trívast øll væl. Dreingirnir hava tað gott, hóast eitt sindur plágaðir av krími, tá vit stukku inn á gólvið fyri at taka mynd av familjuni.
Men tað hevur ikki verið so strævið, heldur Jana Mari, tí alt hevur gingið væl. Men hon váttar, at tað nokk er heldur sjáldsamt at økja familjuna við so stórum tali uppá so stutta tíð.