Fingu 260.000 krónur til børn við krabbameini

Yvir 200 fólk vóru á stórum veitslukvøldi á Hotel Føroyum leygarkvøldið

Føroyaska liðið hjá Team Rynkeby, gjørdi eitt gott hál leygarkvøldið.

Endamálið hjá liðnum, er at savna pening saman til børn við krabbameini, og høvuðstiltakið verður í summar, tá ið tey fara at súkkla heilt til París, saman við Rynkeby liðum úr fleiri øðrum londum.

 

Men leygarkvøldið skipaðu tey eisini fyri einum veitslukvøldi á Hotel Føroyum, har yvir 200 fólk høvdu goldið 1250 krónur í part fyri at vera við.

Annars var alt ókeypis, bæði matur, drekka, og undirhald, og sostatt fór hvørt oyra til børn við krabbameini og familjur teirra.

 

Og tilsamans gav tiltakið 260.000 krónur, skrivar Team Rynkeby á síni heimasíðu, haðani myndin eisini er.

Vit eru ómetaliga takksom fyri ta stóru undirtøkuna, vit framvegis hava í øllum landinum, segði Finn Danberg, liðleiðari hjá Team Rynkeby í Føroyum við heimasíðuna hjá felagnum, tá ið hann tók ímóti kekkinum.

Hann sigur, at tað er kensluborðið at tað eru so mong sum vilja stuðla einum tiltaki sum hesum, legði hann afturat.

Á føroyska Team Rynkeby liðnum eru 47 súkklarar og og átta hjálparfólk.