Fingu 220 nátaegg í Lonini

Tá farið verður niður í Lonina, verður línan drigin við motori, sum stendur í einum motorhúsi uppi á bakkanum. 

 Í dag hava sandoyingar verið í Lonini vestantil á oynni eftir nátaeggum og Sjúrður Joensen, sum saman við fleiri øðrum var við á ferðini, sigur, at samlaða talið av eggum gjørdist 220.

 

- Nú gjørdist dagurin ikki so ógvuliga drúgvur, so hetta er á leið tað, sum vit høvdu roknað við, sigur hann og letur væl at túrinum, har alt gekst væl í hond, og øll manningin kom aftur í øllum góðum.

 

Tá farið verður niður í Lonina eftir nátaeggum, verður línan og tann, sum hongur í línuni, drigin upp aftur við motori, sum stendur í einum motorhúsi uppi á bakkanum. 

 

Lonin er stívliga 300 metrar av bakkanum og niður í sjógv, men so langt niður verður ikki farið eftir nátaeggum. Farið verður kanska niður á einar tvey hundrað metrar ella so.

 

Í niðasta parti av Lonini reiðrast lomvigi, men lomvigin verpur nakað seinni enn náti, og lomvigaregg eru ikki tikin í Lonini - ei heldur aðrastaðni - í fleiri ár.

 

Við á ferðini í Lonini í dag var eisini fuglakennarin, Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy og í kvøld, tá eggini vóru komin heim, vóru fólk frá Umhvørvisstovuni og kannaðu eggin.

 

Tað vóru ikki bara menn, sum vóru niðri í Lonini í dag. Her var eisini onkur ung og djørv kvinna, sum fleiri ferðir áður hevur verið í bakkanum eftir eggum.

 

Sagt verður, at tá tú tekur eggið frá náta, sum hevur vorpið, verpur fuglurin uppaftur. Tí verður ikki mett, at tú gongur stovninum ov nær, um tú tekur nøkur egg, nú fuglurin verpur.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##