Fingu 200 stórar skøtur

Palestinskir fiskimenn landaðu í gjár næstan 200 ovurstórar skøtur, sum teir høvdu fingið á einari leið úti fyri Gaza-strondini.

Í altjóða fjølmiðlum verður nú spurt, hvaðan skøturnar eru komnar, tí tað eru meiri enn fimm ár, síðani fiskimenninir fingu hetta skøtuslagið seinast.

Devil Ray, sum hesar skøturnar verða nevndar, er lýstar sum eitt fiskaslag, sum er í vanda fyri at doyggja út. Tær kunnu vera upp í fimm metrar á breidd.

Reuters skriar, at á fiskamarknaðinum í Gaza liggur prísurin á Devil Ray frá 17 krónum og uppeftir fyri kilo.