Hóast nógvir pílar vísa skeivan veg, eru tað eisini ávísir glottar í føroyska búskapinum. Eitt nú eru inntøkurnar av skatti rættiliga fitt hægri í fjør enn tær vóru í 2009.
Í fjør fingu landskassin og føroysku kommunurnar 180,2 milliónir meiri inn í skatti, enn tær fingu í 2009.
Tað vísir ein uppgerð, sum Taks nú hevur gjørt yvir gongdina í skattainntøkunum.
Uppgerðin vísir, at í fjør fingu kommunurnar næstan 1,383 milliard inn í skatti og tað eru 90,748 milliónir meiri enn tær fingu í 2009.
Tað er ein vøkstur upp á 7,02%.
Samstundis hevur landskassin fingið 1,475 milliard inn í skatti í fjør og tað er 89,473 milliónir fleiri enn í 2009. Tað er ein vøkstur upp á 6,46%.









