Útróðrarbátar hava framvegis sera góðan fiskiskap, tá streymur og veður eru til vildar. Norðlýsið veit í dag at siga, at besti bátur í Norðoyggjum gjár var Silvitni, sum á 40 stampum hevði stívliga 14.000 pund.
Við blaðið sigur skiparin, Gundur Sørensen, at túrurin norðan fyri var sera góður. Stamparnir eru ikki langir, 270 húkar hvør, og teir settu norður úr Fugloynni, har nógvur fiskur var.
- Tá alt var komið inn um, høvdu vit stívliga 14.000 pund, harav umleið 70 prosent av veiðini var toskur, 1500 pund longa, og restin var stór og góð hýsa, sigur skiparin við Norðlýsið.










