Fingu 12 uppskot

Men vinnarin av búmerkjakappingini hjá Tvøroyrar kommunu verður ikki avdúkaður enn.

Tvøroyrar Kommuna skipaði fyrr í ár fyri eini búmerkjakapping, har kommunan heitti á borgarar og onnur um at senda inn uppskot til búmerki fyri Ítróttardepilin við Stórá.


- Ynskiligt var at fáa eitt búmerki, ið er savnandi og lýsir, at talan er um eitt ítróttarøki. Tað skal kunna nýtast á bygninginum, umframt eisini á brævpappíri, heimasíðu, marknaðarføringstilfari o.l., skrivar kommunan um kappingina.


Kommunan hevur fingið nakrar møguleikar at velja millum, tí tá freistin var úti at lata inn uppskot, hevði kommunan fingið tólv uppskot frá fimm persónum.


Ein dómsnevnd, mannað av mentanarnevndini hjá Tvøroyrar Býráð og einum starvsfólki úr umsitingini, hevur valt besta uppskotið, men skrivar kommunan á síni heimasíðu, at tað ikki verður kunngjørt fyrr enn á einum tiltaki í hølunum hjá ítróttardeplinum 31. mai.