Í fjørð vórðu útgoldnar 7.194 milliónir krónur í lønum í Føroyum.
Tað er 110 milliónir meira enn í 2012, ella ein vøkstur á 1,6 prosent, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Hagstovan sigur, at hetta svarar til tann vanliga vøksturin hesi seinastu árini.
Síðan 2008, hevur vøksturin verið ímillum 1 prosent og 1,5 prosent um árið, uttan í 2009, tá ið lønirnar minkaðu - og í 2012 tá ið vøksturin var 3,4 prosent.
Hagstovan sigur, at bæði í fiski- og alivinnuni og í byggivinnuni vóru lønirnar tær somu í 2013 sum í 2012.
Hinvegin gingu tænastuvinnurnar fram, har vøksturin í almennum tænastum var 2,3 pronsent og í privatu tænastuvinnunum var hann 1,8 prosent.
Hagstovan sigur, at tað er misjavnt, hvussu gongdin hevur verið í teimum ymsu vinnugreinunum í høvuðsbólkunum. Men vøksturin í alivinnuni heldur fram, og 2013 var onki undantak. Lønirnar í alivinnuni vóru tilsamans 246 milliónir krónur í fjørð og tað eru 24 milliónir krónur fleiri enn í 2012. Og hóast talan sostatt er um ein vøkstur upp á 10,9 prosent er vøksturin enntá nakað minni enn undanfarin ár.
- Síðan 2005 eru lønirnar í alivinnuni nevniliga trýfaldaðar.
Annars var afturgongd í fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi.
Í 2013 vóru hýrurnar 765 milliónir og tað eru sjey milliónir minni enn í 2012, ella ein afturgongd upp á 1 prosent.
Størsta afturgongdin var tó í fiskavøruídnaðinum, har lønirnar vóru 285 milliónir, 19 færri enn í 2012, og afturgongdin var 6,2 prosent.
Vinnugreinarnar sjóflutningur og flutningur annars - tað er flutningur á landi, í luftini og virksemi annars í samband við flutning - høvdu eisini stóra framgongd í 2013.
Sjóflutningur vaks 6,9 prosent og flutningur annars vaks 7,8 prosent.
Tilsamans vóru lønargjaldingarnar í hesum báðum tænastum yvir 600 milliónir.
Ein afturgongd var eisini post og fjarskifti og fígging og trygging. Í hesum báðum vinnugreinunum var afturgongdin yvir 4 prosent.
Størsta vinnugreinin, sum er tann almenna fyrisiting, kommunur, o.s.fr. rindaði 1.057 milliónir í lønum í 2013, tað vóru 57 milliónir fleiri enn í 2012, og svarar tað til ein vøkstur upp á 5,7 prosent.
|










