Tað eru tíggju umsøkjarar til størvini sum eindarleiðari í Tórshavnar Kommunu.
Hetta eru nýggj størv í sambandi við, at allir dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu skulu leggjast saman í fýra eindir, sum skulu hava hvør sín eindarleiðara.
Hetta hevur elvt til mótstøðu, tí bæði pedagogar, og Pedagogfelag, hava ført fram, at tað eru peagogum, tað er brúk fyri og ikki fleiri leiðarum.
Pedagogfelagið noktaði eisini limum sínum at søkja størvini, tí semja er ikki um, hvussu tey skulu lønast.
Men Tórshavnar Býráð helt fast um ætlanina, og hevur lýst tey fýra eindarleiðarastørvini leys.
Og nú umsóknarfreistin er farin, hevur býráðið fingið 10 umsóknir, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu.
Fyribils fæst hann ikki at siga um hetta er eitt nøktandi tal á umsøkjarum, tí fyrst fara tey at gjøgnumganga tær.
Men hann sigur, at talan er um skikkaðar umsøkjarar.
Hóast Pedagogfelagið ikki vildi hava pedagogar at søkja størvini, eru tað nakrir pedagogar, sum hava søkt.
Jóan Petur Hentze sigur, at summir av teimum hava eisini viðkomandi eftirútbúgvingar av ymsum slagi.
Hann sigur, at miðjað verður eftir at seta størvini so tíðliga sum gjørligt næsta ár, kanska frá 1. februar.
Hvør eindarleiðari fær ábyrgdina av 8-10 stovnum, ið fevna um eini 175 starvsfólk og umleið 750 børn og ung.
Annars er ætlanin at hava setanarsamrøður í tveimum umførum, fyrst tíðliga í næstu viku, og síðani aftur fyrst í aðru viku.