Strandferðslan er nú loksins sloppin av við tey bæði gomlu Strandfaraskipini, Trónd og Pride, sum hava verið henni ein kleppur um beinið leingi og sum hava ligið í Vestmanna.
Strandferðslan hevur fingið 10 tilboð uppá bæði skipini, níggju tilboð eru úr Føroyum og eitt er uttanlands.
Reidar Nònfjall, stjóri á Strandferðsluni, segði hóskvøldið, at væntandi vórðu keypssáttmálarnir gjørdir í gjár, men tað var ikki greitt, tá ið blaðið fór til prentingar.
Tað var rættiliga stórur munur á tilboðunum, men tey verða seld hægstbjóðandi. Hægsta tilboðið upp á Pride er upp á 155.000 krónur og tað er úr Føroyum.
Hægsta tilboðið upp á Trónd er uppá 640.000 krónur og tað er úr Karibia.
Strandferðslan hevur lagt bæði skipini, Pride varð lagdur í fjør og tróndur í heyt, tí tey kunnu ikki brúkast uttan munandi ábøtur.
Tróndur er smíðaður í Aukra í Noregi í 1959 og nevndist Smøla, tá ið hann varð keyptur til Føroya í 1967. Pride varð bygdur í Florø í Noregi í 1961.
Bæði skipini hava áður verið lýst leys, men tá komu ongi tilboð inn.
Tað verður ein lætti hjá strandferðsluni at sleppa av við tey, tí tað kostar stovninum 500.000 krónur um árið at hava tey liggjandi.










