Fingu 1.000 krónur í bót í part

Í gjár gjørdi løgreglan nakað burtur úr at kanna um bilførarar tosaðu í hondhildnari telefon ímeðan teir koyrdu bil.

Og tað vóru tað fleiri sum gjørdu, tí í hesum sambandi hava fimm bilførarar fingið bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu bil.

Og fyri tað fáa teir 1.000 krónur í bót í part.