Fingrarnar vekk frá mínari pensjón

FFS er ósjónligt - og sum limur í felagnum ivist eg í, um felagið umboðar limirnar. Á seinasta aðalfundi varð í stuttum kunnað um ætlaðu broytingarnar, men tað var ikki á nakran hátt lagt upp til orðaskifti. Tískil hava limirnir ikki fingið sagt sína hugsan um skammiliga uppskotið, sum nú er lagt fyri tingið

Uppskotið um pensiónsnýskipan, sum hevur verið ávegis í longri tíð, kemur nú til fyrstu viðgerð í løgtinginum týsdagin. Talan er um eitt lógaruppskot, sum skammleyst nemir við persónliga ognarrættin.
Í uppskotinum stendur, at pensiónsuppsparingin er persónlig og fer fram í pensiónskassa eftir egnum vali. Eisini stendur, at pensiónin hevur onki við landskassan at gera.
Tó er lagt afturat í nýggja uppskotinum, at tey, ið eru undir 55 ár og hava pensiónsuppsparing í útlendskum pensiónskassa, pr. 1. januar 2012 skulu gjalda til góðkendan pensiónsveitara í Føroyum.  Hendan broytingin er beinleiðis í mótsøgn við, at pensiónin er persónlig og kann gjaldast í pensiónskassa eftir egnum vali.
Kravið væntast at skula víðkast til eisini at fevna um tey, ið eru 55 ár og eldri, men hetta havi eg ikki fingið staðfest.
Vilja varðveita PKA
Henda broyting kemir rættiliga óvart á føroysku limirnar í PKA, sum júst hava sína uppsparing í donskum pensiónskassa. Limirnir í PKA eru serstakliga væl nøgdir við sín pensiónskassa, sum veitir frálíka góða pensión og trygging til limirnar.
PKA er eitt fyrisitingarfelag, sum fevnir um átta pensiónskassar, ið allir eru umboðaðir í Føroyum. Limatalið telur í alt 247.595 limir og hevur eina eginogn á 142,8 milliardir krónur. Tí er ilt at ímynda sær, at nakar føroyskur pensiónsveitari kann máta seg við pensiónskassarnar í PKA.
Hósdagin 17. og mikudagin 23. mars, gjørdu Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Kost- og føðslufelag Føroya og Ljósmøðrafelag Føroya vart við seg í miðlunum, og vildu tey øll varðveita sína donsku eftirlønarskipan.
FFS svíkir limirnar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum tó hevur stórst umboðan í PKA í Føroyum, var ikki við í hesum mótmæli, og hetta ørkymlar limirnar í FFS. Tað undrar meg stórliga, at FFS ikki hevur vent sær til limirnar, fyri at vita, um limirnir ynsktu at vera við í mótmælinum saman við hinum fakfeløgunum – sum vit sjálvsagt vilja. Sostatt er FFS púra ósjónligt, og limirnir eru í iva um felagið hevur aðra áskoðan, sum ikki umboðar limirnar.
Á aðalfundinum hjá FFS, sum var 12. mars 2011, vórðu limirnir í stuttum kunnaðir um ætlaðu broytingarnar. Hetta var fyrstu ferð at limirnir í FFS hoyrdu, at løgtingið hevur ætlanir um at krevja okkum úr PKA. Tað var ikki á nakran hátt lagt upp til orðaskifti um hesa kunning, og eg loyvi mær at ivast í, um limirnir í roynd og veru skiltu, hvat varð sagt.
Tí er tað gleðiligt at síggja, at forkvinnan, Vár í Gong, ger vart við seg á heimasíðuni hjá FFS og á Vágaportalinum 24. mars, har hon mælir løgtinginum at taka fyrr umtalaðu broyting úr uppskotinum. Tó vildi eg ynskt, at FFS var sterkari í síni úttalu, og kravdi broytingina strikaða inntil gjøllar fyrireikingar hesum viðvíkjandi eru gjørdar saman við fakfelagnum. Tað er ikki nøktandi bert at gera vart við seg á heimasíðum og portalum.
Óvissa valdar hjá føroysku limunum í PKA. Vit vita alt ov lítið um ætlaninar, sum løgtingið ætlar at fremja við uppskotinum um pensiónsnýskipanina. Vit hava ikki sæð ferilin av nøkrum uppskoti viðvíkjandi pensiónssáttmála við nakran føroyskan veitara.
Lógarsmíð uttan fyrilit
Ætlar løgtingið at flyta uppspardu pensjónina í PKA til Føroyar, uttan at hava avgjørt hvussu og hvar hon skal skipast? Verður tað tann einstaki brúkarin, sum kemur at standa við sviðusoð undir hesi umskipan? Og kann Føroya land garantera somu treytir og tænastur, sum vit í løtuni hava í PKA eftir skiftið?
Vit kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at uppskotið til pensiónsnýskipanina verður samtykt, áðrenn ein sáttmáli við føroyskan pensiónsveitara er gjørdur og góðkendur av føroysku limunum.
Eftir stendur spurningurin um, hvørt løgtingið hevur heimild at avgera, hvar einstaki borgarin tryggjar sær sína pensjón. Hendan spurning má ein løgfrøðingur svara uppá. Lønarkorini hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum eru alt ov vánalig, samanborið við onnur norðanlond. Harafturat verður sáttmálin hjá FFS hvønn dag brotin, vegna neyðugar sparingar innan heilusverkið. Skal løgtingið nú eisini avgera hvar partar av okkara soltnu løn skulu sparast upp? Nei takk!
Her eru alt ov nógvir leysir endar og eingin føroysk skipan er klár at taka ímóti. Harafturat er komið fram, at tað verður nógv dýrari at umsita pensjónina í Føroyum. Latið okkum síggja eitt roknistykki, áðrenn okkara dýrt uppsparda pensjón verður rørd.