Fingrarnar burtur frá kirkjunum

Fyrrverandi løg­tings­mað­ur­in hjá Tjóð­veld­inum­, Tór­bjørn Jac­ob­sen, biður floks­fel­ag­ar sínar lata vera við at bróta inn í heilagu suverenu rúm­inum hjá fólkinum – í kirkj­um og samkomum.

Í tíðargrein her í blað­num fríggjadagin sigur hann soleiðis:
»Eitt annað mál, sum rætt­i­liga hevur kámað fyri pol­it­isku sólini hjá mong­um, er høv­uðs­tem­a­ið á Floks­ting­i­num hjá mínum egna flokki. Broyt­ing­in av hjún­a­bands­lógini, so­leiðis, at tað politiska vald­ið skal trýsta rættin hjá teim­um samkyndu inn um sakralu grindirnar at víg­ast – á sama hátt sum tey het­er­o­sex­u­ellu.

– Nú eri eg ein av teim­um, sum halda, at tey sam­kyndu skulu eiga øll tey somu borgarligu rætt­indi sum øll onnur, men at ein flokkur, sum so dúg­liga hevur vart fyri, at á­trún­að­ar­lig á­hug­a­mál sleppa fram at ávirkan í pol­it­isku skip­an­ini, tví­hildið um tann greiða, treyt­a­­leysa og klokkuklára skiln­að­in­um, nú hvessir svørðið hin­veg­in, og brýtur inn í heilagu su­ver­enu rúmini hjá fólkinum, tað er ovboðið. Vælsignaði veri tit, haldið fingrarnar burt­ur frá kirkjum og sam­komum, – at stjórna sín­um egnu innanhýsis við­ur­skift­­um.«