Seinastu dagarnar hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir um siðamisbrot.
Tað váttar Hildur Hentze á kanningardeildini hjá løgregluni.
Hon sigur, at løgreglan fær javnan fráboðanir um siðamisbrot, men sunnudagin fingu tey so eina afturat, og mánadagin fingu tey so aftur eina.
Hildur Hentze hevur ikki stórvegis viðmerkingar til málini, men hon sigur, at løgreglan er farin í holt við at kanna hesi bæði málini, og tískil ber ikki til at siga, um tey enda við, tað kann vera alt frá tí at málið verður slept til eina ákæru um neyðtøku.
- Fraboðanir um siðamisbrot fevna um alt slag av kynsligum ágangi, men so fara kanningarnar at vísa, akkurát hvat tað endar við, sigur hon.
Fleiri viðmerkingar hevur hon ikki.