Málið hjá Halli Hansson er farið kring allan heimin. Tað hevur Hallur eisini sjálvur lagt merki til og tað er bara stuttligt, sigur miðvallarin, ið ikki var føddur tá Torkil Nielsen skoraði í Landskrona.
Hoyr samrøðuna við trýsta á pílin undir myndini
- Eg var ikki føddu tá, men eg havi sæð dystin. Og tað var eitt ótrúliga flott úrslit. Eg vóni vit kunnu gera tað sama, men eg kann einki lova, sigur Hallur Hansson, sum er millum teir yngru á føroyska landsliðnum.
Hallur Hansson var avsettur til dystin móti Týsklandi, men prógvaði móti Kasakstan at hann avgjørt ikki ætlar at verða avsettur eina aðru ferð.
- Seinast lovaði eg at vit skuldu vinna 1-0, men vit fingu ein ordans bank, sigur Hallur og ristur við høvdinum, tá hann minnist aftur á 6-0 tapið fyri Eysturríki.
- Tað tók langa tíð hjá okkum at koma fyri okkum eftir tann dystin, sigur Hallur, ið ikki ynskir eina endurtøku frá tí dystinum.
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Eysturríki, sum byrjar 19.45. Upptaktin er longu byrjað á Rás2.