Fingið deyðshóttanir fyri Neymar-takling

Juan Carlos Zuniga hevur fingið deyðshóttanir eftir taklingina av Neymar sum førdi til, at hann misti restina av HM.

Juan Carlos Zuniga hevur fingið deyðshóttanir eftir taklingina av Neymar sum førdi til, at hann misti restina av HM.

 

Hann kom illa fyri móti endanum av kvartfinaluni rendi knæið í ryggin á Neymar við tí úrsliti, at ein ryggjageisli brákaði, og Neymar var úti av HM kappingini.

 

Við Neymar úti kollapsaði Brasil totalt og tapti 1-7 til Týskland og 0-3 móti Hollandi í dystinum um triðja plássið.

 

Tað hevur fingið Neymar- og Brasil fjepparar at senda Zuniga deyðshóttanir so at Zuniga nú er undir trygdarverju nátt og dag.

 

Vit hava móttikið deyðshóttanir umvgis telefonina og um internetið. Vit hava tosað við myndugleikarnar um hetta, og sum pápi eri eg ógvuliga stúrin, sigur Camilo Zuniga, pápi til Juan Carlos.

 

Eg eri ikki bert bangin um sonin, men eisini fyri konu hansa og lítlu dóttir. Eftir tað hendi, hava vit verið fylgdir av trygdarvørðum, men eg vóni, at tað bert verður fyribils, og at vit skjótt kunnu venda aftur til okkara vanliga lív, sigur Camilo Zuniga.

 

28 ára gamli Juan Carlos Zuniga hevur síðani 2009 spælt við Napoli í Italia. Hann hevur leikt 57 landsdystir fyri Kolumbia.