Fingið tamarhald á eldinum

Trygdarmanningin umborð á Athenu hevur nú fingið tamarhald á eldinum, sum kyknaði í pakkingarrúminum í bakborðs síðu um 6-tíðina í morgun. Sambært enskum miðlum fekk ein fronsk bjargingarstøð fráboðan um eldin umborð á Athenu umvegis sattelitt, og hendan støðin setti seg síðani í samband við bjargingarstøðina í Falmouth í Onglandi.

Eldurin var so nógvur, at skiparin gjørdi av at seta alla manningina uttan 13 trygdar- og sløkkiliðsmenn í bátarnar. 15 minuttir seinni var eitt bingjuskip hjá Athenu, og øll manningin, sum fór í bátarnar, er tikin upp.

Í tíðindaskrivi sigur Thor, at teir 13 menninir, ið eftir eru umborð á Athenu, allir hava tað gott, og eru ikki í nøkrum álvarsomum vanda.

Veðurlíkindini á leiðini, har Athena er stødd, eru hampiliga góð. Skipið er statt einar 230 fjórðingar suður úr Scilly Oyggjunum.

Athena er fyri stuttum síðani liðugt umvæld eftir eldin, ið rakti skipið í 2007.