Í Ný Sælandi hava bjarrgingarlið nú fingið meiri enn helmingin av oljuni úr bingjuskipinum Rena, sum sigldi á ein flúr einar 12 fjórðingar úr landi fyri trimum vikum síðani.
Kenny Crawford, sum stendur fyri bjargingararbeiðinum, segði í morgun, at hol er á einum tanga niðan fyri vatngangin í stýriborð, og at ætlanin er at tetta holið. Men hann legði afturat, at hetta er eitt vandamikið arbeiði.
Umleið 350 tons av olju eru runnin úr skipunum og hava dálkað strondina og nógvan fugl, men veðurmenninir siga frá góðum veðri, og tað ger tað lættari at taka oljuna upp.
Í morgun frættist, at eitt skip afturat var strandað í Ný Sælandi, Hesaferð er tað tað 135 metrar langa bingjuskipið Schelde Trader, sum sigldi á eina grynnu í innsiglingini til býin Taraunga og sostatt ikki langt frá staðnum, har Rena stendur. Schelde Trader var á veg úr Taraunga, tá tað fekk trupulleikar við motorinum og fór av kós. Tað eydnaðist sleipibátum at toga skipið avaftur, og eftir øllum at døma hevur tað ikki fingið nakran stórvegis skaða, skrivar NTB.










