Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, fekk í gjár stuðulsskriv frá norska systirfelagnum Norsk Sygepleieforbund.
Tað er Eli Gunhild By, leiðara í norska felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingum, ið vegna felagið hevur sent fylgjandi skriv til sín samstarvsfelaga í Føroyum.
- Samstarvsfelagar í Føroyum!
- Norsk Sykepleierforbund vil við hesum senda okkara stuðul til stríðið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum at fáa ein nýggja sáttmála.
- Kappingarfør lønar- og arbeiðskor eru avgerandi fyri at fáa og varðveita sjúkrarøktarfrøðingar og fyri at tryggja trygdina hjá sjúklingum.