Fingið leitiloyvi

Kanadiska oljufelagið Husky Oil Operations hevur nú fingið formligt loyvi til at leita eftir olju og gassi í undirgrundini við Disko-víkina í Grønlandi.

Felagið fekk loyvið frá Kim Kielsen, landsstýrismanni seinnapartin í gjár. Kanadiska felagið hevur fingið tvey leitiloyvi saman við grønlendska felagnum Nunaoil. Grønlendska heimastýrið hevur latið átta leitiloyvi, sum hvørt sær eru millum 8.000 og 14.000 ferkilometrar til víddar.