- Fingið góðar reaktiónir upp á myndirnar

25 ára gamla Katrina Maria endaði í farnu viku sum høvuðssøga á bretska miðlinum Daily Star. Miðilin spurdi, um Katrina Maria man vera vakrasti Manchester United fjepparin í heiminum. 

 

Orsøkin er, at Katrin Maria á sosialu miðlunum hevur lagt myndir út av henni sjálvari í Manchester United blusu og somuleiðis heldur ber ílatin. Katrin Maria segði í  morgun við Góðan Morgun Føroyar, at hon hevur fingið nógvar afturmeldingar á sosialu miðlunum. 

 

- Fólk lata til at vera imponerað og halda tað vera ordiliga stuttligt, sigur Katrina Maria við kringvarpið. Hon sigur seg vera ein stóran fjeppara av bretska fótbóltsliðnum og hevur verið tað í nógv ár. Og tí var tað natúrligt at avmynda seg sjálva í klæðunum frá liðnum.  

 

- Føroyingar hava eisini verið sera jaligir um myndirnar. Bæði fólk eg kenni og fólk eg ikki kenni hava sent mær heilsanir og biðið meg hildið áfram við at taka myndir og leggja tær út á netið, sigur Katrina Maria. 

 

Hon hevur í dag 20.000 fylgjarar og sjálv heldur hon orsøkina vera, at hon áhaldandi leggur myndir út á netið. Hon lesur í dag í Keypmannahavn, men um møguleikin at liva av instagram stingur seg upp, so ætlar hon sær at taka av. 

 

 

Her er Instagram síðan hjá Katrinu Mariu  og her kann bloggur hennara lesast