Fingið fríar hendur

Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vil hava meiri at vita um uppsøgnina av Høgna Joensen, aðalstjóra. Tí hevur hann nú reist málið í tinginum

 

Uppsøgn


Seinasta orðið er ikki enn sagt um uppsøgnina av Høgna Joensen sum aðalstjóra í Almanna- og heilsumálaráðnum.

Kristian Magnussen, løgtingsmaður, hevur reist málið í tinginum ,har hann hevur sett Sámal Petur í Grund, landsstýrismanni nakrar fyrispurningar.

Spurningarnir eru settir, áðrenn Høgni Joensen fekk uppsøgnina. Tá ið spurningarnir vórðu settir, var tað einans komið fram, at ætlanin var var flyta aðalstjóran í annað starv.

Kristian Magnussen vísir á, at eftir tænastumannalógini eru tveir møguleikar at flyta tænastumenn.

1.Broytingar í starvinum kunnu viðføra, at hann verður fluttur. Hann má tá ikki missa tign við flytingini.

2.Tænastumaður, ið hevur forbrotið seg, kann verða fluttur, men tá skal tænastumannakanning gerast fyrst.

Kristian Magnussen spyr, um landsstýrismaðurin ætlar at flyta aðalstjóran orsaka av broytingum í starvinum, hvat starv er so talan um, ið hevur somu tign sum tað at vera aðalstjóri?

Men um aðalstjórin skal flytast, tí hann hevur forbrotið seg, verður landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa, hvussu hann forbrotið seg.

Og at enda spyr Kristian Magnussen, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera, um aðalstjórin og landsstýrismaðurin ikki verða samdir um treytirnar fyri flytingini.


Fingið fríar hendur

Løgtingsmaðurin sigur, at síðan Sámal Petur í Grund varð settur í starv sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, hevur hann verið nógv frammi í fjøðlmiðlunum um viðurskifti í Almanna- og heilsumálastýrinum. M.a. er hann endurgivin fyri at siga, at viðurskiftini eru sera vánalig, og at nú skal alt aðalstýrið endavendast, og at hann hevur fingið fríar hendur frá løgmanni og hinum landsstýrismonnunum. Hesi tíðindi eru rættiliga ørkymlandi.

? Í viðtal við Sosialin hevur aðalstjórin m.a. sagt, at hann metir tað óvirðiligt at verða uppsagdur í fjølmiðlunum, og at landsstýrið ikki hevur fylgt mannagongdunum í tænastumannalógini. Eitt nú vísir aðalstjórin á, at hann onga haldgóða uppsagnargrund hevði fingið, og at hann ongan hoyringsrætt hevði fingið.

? Er tað veruliga so, at landsstýrismaðurin hevur fingið fríar hendur politiskt til at seta landsins lógir og rættartrygdina hjá borgara til viks, ella hevur landsstýrismaðurin haldgóðar grundir at siga Høgna Joensen úr starvinum sum aðalstjóri, spyr Kristian Magnussen