Fingið fleiri skattakrónur inn

Landskassin hevur fyrstu tveir mánaðirnar í ár fingið slakar tríggjar milliónir krónur fleiri í skatti enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísur ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS.

Landskassin hevur samanlagt í januar og februar fingið yvir 198 milliónir krónur inn í landsskatti. Fyrstu tveir mánaðirnar í fjør fekk landsskattin 195 milliónir inn í skatti.

Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at kommunurnar samanlagt hava fingið eitt vet minni inn í skatti fyrstu tveir mánaðirnar í ár sammett við í fjør. Føroysku kommunurnar hava samanlagt fingið slakar 100.000 krónur minni inn í skatti higartil í ár.

Fyrstu tveir mánaðir 2013 komu eisini 36 milliónir krónur inn í eftirlønarskatti og yvir 6 milliónir í kirkjuskatti. Bæði í eftirlønarskatti og kirkjuskatti er meira komið inn enn um sama tíðarskeið í fjør.