Fingið endaligt skap

Marghøllin í Vági er nú innilokað.

Marghøllin í Vági er nú innilokað.

 

 

Galvarnir í eystara og vestara enda eru komnir upp, og harvið er høllin innilokað, og nú sæst endaliga skapið á stóru høllini.

 

 

Farið verður nú undir at arbeiða inni í høllini.

 

 

Marghøllin verður karmur um ½ fótbóltsvøll, sum er 60 x 40 m. til støddar, sum er “9-a-side” stødd. Á vøllinum er graslíkisvøllur. Í Marghøllini verður 60 m. rennibreyt við fýra geilum, har møguleiki verður at venja og kappast í 60 m. renning og 60 m. forðarenning. Marghøllin hevur eisini grøv til longdar-lop og trý-lop, umframt økið er sett av til hæddarlop.