Fingið altjóðagerðina undir húðina

-Vit hava fingið nakrar sera positivar og spennandi kontaktir. Hjá okkum er tað ikki so nógv ein spurningur, um vit her og nú skulu inn- ella útflyta nakað. Harafturímóti er tað týdningarmikið at síggja, hvussu nógvir møguleikar eru fyri partanaraskapi og samstarvi.

Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo



Ein av teimum tungu vinnulívsmonnunum, sum eru við í Indiaferðalagnum er Andras Róin, stjóri í Føroya Tele. Hann sat í bussinum á veg frá milliónabýnum Bombay og út á flogvøllin, tá vit hittu hann í telefonini.

Andras sigur seg hava fingið nógv burtur úr. -Eg komi ikki heimaftur við nakrari ávísari avtalu, men her eru sera nógvir møguleikar fyri samstarvi. At koma heimaftur við so nógvum upplivingum hevur fyri mín part gjørt, at altjóðagerðin er komin inn undir húðina. Soleiðis kenni eg tað. Hetta er sjálvandi eitt sera stórt land, men eg eri sannførdur um, at vit kunnu læra nógv av India. Vit eru ikki frammanfyri teir. Vit skulu veruliga taka okkum saman og lata eyguni upp og síggja, hvat fyrigongur uttanfyri okkara egnu klettar. India er nógv meira globaliserað, enn Føroyar eru tað. Tað er eitt sindur hugstoytt, tí í veruleikanum eru vit als ikki við í hesi globalisering.

Andras Róin vísir á, at uttan mun til um vit her og nú kunnu innflyta ella útflyta nakað, so er samstarv tað mest týdningarmesta. Aftrat tí er tað eisini týdningarmikið, at so nógv vinnulívsfólk umboðandi so nógvar ymiskar bransjur kunnu vera saman og hava góðar umstøður at diskutera tingini. Tú fær ein annan máta at vera saman uppá, og nú vit koma heimaftur, hevur tú eina størri fatan av, hvat aðrir føroyingar gera eisini.

-Vit hava lyndi til heima at sita og stríðast móti hvørjum øðrum, antin talan er um grannan ella grannabygdina. Tá tú er í Bombay millum allar hesar milliónirnar, so sær tú, hvussu nógv tað hevur at siga at kunna standa saman. Saman hava vit ein møguleika. Her í India við øllum milliónunum ber til at standa saman og fáa tað besta burtur úr. Tað kunnu vit læra av og her ikki minst toleransu.

Føroya Tele stjórin sigur seg hava fingið nakrar sera positivar og spennandi kontaktir. -Hjá okkum er tað ikki so nógv ein spurningur, um vit skulu inn- ella útflyta nakað. Men harafturímóti at síggja, hvussu nógvir møguleikar eru fyri partanaraskapi og samstarvi. Tað eru nógvar indiskar fyritøkur, sum arbeiða globalt. Tær eru sera opnar og eg havi kent tað so, at tær eru sera hugaðar fyri samvinnu við okkum í Føroyum eisini. Enn er so einki undirskrivað, men eg skal ikki útiloka, at her fer at henda nakað.