- Fínasta slag

Tað sigur Pál Joensen um innleiðandi svimjingina í 1.500 metur frí, sum tryggjaði honum eitt pláss millum átta teir bestu í heiminum. Hann kom á mál sum nummar fimm.

 

Pál Joensen svam í riðli 3 av fýra. Hann kom á mál við tíðini 14:57.76. Pál var væl við allan vegin og tað var sum so ongantíð nakar ivi um, at Pál enn eina ferð fór at svimja seg í eina HM finalu.

 

-       Hatta var fínasta slag. Eg legði hart út og legði meg fremst saman við Ryan Cochrane úr Kanada, tí eg visti at hann fór at verða millum teir fremstu móti endanum. Tað riggaði væl fyrstu 500 metrarnar, men so sá eg at hann og Jordan Harrison úr Avstralia fór frá mær, greiðir Pál Joensen frá á svimjing.com og heldur fram.

 

-       Teir mittastu 500 metarnar kendist bæði upp og niður, men eg kláraði at hanga í, so gott sum eg nú eina ferð kundi. Eg kendi á mær, at eg mátti seta meiri á seinastu 500 metrarnar. Tað gjørdi eg og sá, at eg heintaði inn á Jordan Harrison og tað gav nakað eyka. Seinastu 200 metrarnar fór eg so framum hann og tað var veldigt. Tað eri eg glaður fyri, sigur Pál Joensen víðari.

 

Pál hevur góðar vónir um at svimja eina góða tíð í morgin.

 

-       Eg svam áleið sum tíð fyri tveimum árum síðani. Tá var eg eitt sindur ósikkur upp á um eg kom í finaluna. Tað gjørdi eg so sum nummar seks og forbetraði tíðina nógv í finaluni. Tað vóni eg eisini at gera nú. Vónandi er tað ein fyrimunur, at finalan er ein seinnapart. Hetta er eisini ein HM finalan, so eg ætlaði eisini at koyra upp á adrealini, sigur Pál.

 

Finalan í 1.500 metra frí verður sunnukvøldið millum klokkan 18 og 19.

Samrøðan við Pál, sum Rókur í Jákupsstovu hevur gjørt, kann síggjast HER.