Finansiel Stabilitet hevur selt 4.000 viðskiftafólk hjá fyrrverandi Roskilde Bank á uppboði, tí eingin av hinum bankunum í Danmark vildi yvirtaka tey. Ein orsøk til, at hinir bankarnir ikki vildu yvirtaka tey, er, at skuldin er størri enn ognin, serliga tí at húsavirðið er fallið munandi.
Tey 4.000 viðskiftafólkini skylda meiri enn eina milliard krónur tilsamans, og síðani Roskilde Bank fór av knóranum, hava tey verið stavnsbundin til bankan. Nú hevur Finansiel Stabilitet selt viðskiftafólkini á uppboði, og freistin at bjóða upp á tey var úti í gjár.
Finn Ostrup, sum er professari á handilsháskúlanum í Keypmannahavn, sigur við DR, at tað er einki at ivast í, at Finansiel Stabilitet noyðist at lata øðrum bankum pengar fyri at sleppa av við tey vánaligu viðskiftafólkini hjá Roskilde Bank.
Tað væntar stjórin í Roskilde Bank, Lars Jensen, eisini. Hann vissar tó tey 4.000 um, at eingin teirra verður sleptur upp á fjall.