Mann skal vitja Føroyar í 2019, tí Føroyar eru millum "heitastu" ferðamálini fyri hetta árið. Tað meinar eitt panel av leiðarum í ferðavinnuni, sum hava valt átta støð út, sum eru verd at vitja í 2019. Listin um hvar mann skal fara í 2019 kallast "Where to go in 2019: An insiders' guide", og hann er givin út í stóra bretska tíðarritinum, Financial Times. Føroyar eru á hesum listanum saman við støðum sum Cambodja, Rwanda, Belize og Tajikistan.
- Oyggjabólkurin í Norðuratlantshavinum umtalar seg sjálvan sum “Besta loyndarmálið í Evropa”. Men loyndarmálið er við at koma út. Tað dramatiska - og sera Instagram-verda - landslagið, djóralívið, fjarskotnu bygdirnar og maturin trekkja nógv vitjandi, sum leita eftir einum stimbrandi, reinum og stress-fríum steðgi, til sín.
Minnir um Ísland
Ferðaskrivstovan Discover the World byrjar eftir øllum at døma at selja ferðir til Føroya í ár. Marknaðarleiðarin hjá ferðaskrivstovuni er hugtikin av Føroyum.
- Tað minnur okkum um Ísland, tá vit av fyrstan tíð byrjaðu at selja ferðir hartil fyri 35 árum síðani, sigur Georgina Hancock, marknaðarleiðari hjá Discover the World, í grundgevingunum við Financial Times.
Víðari skrivar Financial Times um átøkini, sum Visit Faroe Islands hevur gjørt fyri ferðavinnuna í Føroyum. Hotel Havgrím verður eisini nevnt, og sum í øllum øðrum umrøðum, Føroyar fáa frá útlendskum miðlum, verður Koks eisini tikið fram.
Les greinina á Financial Times her.