Tað virda vinnulívsblaðið Financial Times hevur valt at styðja Barrack Obama upp undir forsetavalið Financial Times rósar Obama fyri uppskotið um at nýskipa amerikanska heilsuverkið, og harafturat heldur blaðið, at hann hevur tey røttu uppskotini, sum kunnu tálma fíggjarkreppuni í USA.
Blaðið ásannar, at tá talan er um handilspolitikk, er John McCain tann betri, men samanumtikið er Obama tað rætta valið, skrivar Financial Times.
Umleið 1,3 millónir fólk lesa Financial Times dagliga.