Finalurnar verða í dag

Lítið skilti millum liðini í onkrum kappingum, tá innleiðandi umførini í FM í estetiskum fimleiki var í høllini á Hálsi í gjár.

Innleiðandi umførini í FM í estetiskum fimleiki vóru hildin í høllini á Hálsi í gjár. Nakað av fólki var komið at hyggja eftir liðunum og í onkrum aldursbólkum gjørdist kappingin heilt spennandi.

 

Hjá pinkunum var eingin ivi um, hvat lið var best fyri. Fenja úr Havnar Fimleikafelag fekk 13,01 stig fyri sína framførslu, meðan Froya, eisini úr Havnar Fimleikafelag, fekk 11,35 stig fyri sína. Viólin úr Støkk og Tinna úr Flog lóg beint í hølunum á Froyu og hava eisini fingið pláss í finaluni. Fenja man allarhelst metast sum favorittur undan finaluni. Umframt at vinna innleiðandi umfarið sannførandi, hava tær eisini vunnið báðar steypakappingarnar fyrr í vár.

 

Hjá smágentunum var tað eisini eitt lið frá Havnar Fimleikafelag, sum vísti seg sum tað stinnasta, tó at munurin her var sera lítil. Nora úr Havnar Fimleikafelag vann undanumfarið við 14,57 stigum, einans 0,1 stig frammanfyri Lyru úr Ljósinum. Og Lyra var einans 0,06 stig frammanfyri Flykruna úr Støkk. Seinasta liðið, ið slapp í finaluna hjá smágentum, var Nanna úr Havnar Fimleikafelag.

 

Kappingin hjá smágentunum hevur verið sera hørð í alt vár, men Nora dróg eisini longsta stráðið í báðum steypakappingunum. Tó so, í Runavík í apríl vunnu teir við einans 0,1 stigi móti Flykruni úr Støkk og Lyru úr Ljósinum, ið endaðu á einum deildum øðrum plássi.

 

Hjá gentunum var heldur eingin ivi um, hvat lið er stinnasta liðið. Eina úr Havnar Fimleikafelag fekk 15,75 stig, meðan Vípan úr Støkk fekk 14,63 stig. Enna úr Havnar Fimleikafelag og Eydnan úr Støkk vunnu seg eisini í finaluna, meðan Norma úr Ljósinum gjørdist ov stutt. Eina hevur eisini vunnið báðar steypakappingarnar higartil í ár.

 

Hjá unglinunum er eisini nakað av kapping, men tá heldur um silvurheiðursmerkini, um úrslitið frá undankappingini verður lagt til grund. Svalan úr Støkk vann ein sannførandi sigur, við 14,54 stigum, meðan Alda úr Havnar Fimleikafelag gjørdist nummar tvey við 13,92 stigum. Hydra úr Ljósinum gjørdist nummar trý við 13,36 stigum og Aura úr Havnar Fimleikafelag nummar fýra við 12,78 stigum. Tað var tó Alda, sum vann aðru steypakappingina í Runavík fyri einum mánaði síðani, so kanska tær gera ein vørr í finaluni.

 

Hjá kvinnunum luttaka einans tvey lið og har gjørdist Hulda úr Havnar Fimleikafelag greiður vinnari við 15,84 stigum, meðan Ursa úr Ljósinum fekk 13,16 stig. Hulda hevur eisini vunnið báðar steypakappingarnar, so tær mugu sigast at vera stórfavorittur undan finaluni.

 

Finalurnar byrja klokkan 14.00 í dag, í høllini á Hálsi.