Finalurnar eru framskundaðar

Kappingarnevndin í FSF hevur gjørt av, at finalurnar í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum skulu spælast leygardagin 14. juni og ikki sunnudagin 15. juni, sum tað annars hevur verið ásett. Fyrsta bríkslið í kvinnufinaluni verður klokkan 15, og fyrsta bríkslið í mansfinaluni verður klokkan 18.15. Tað er greitt, at B36 og EB/Streymur skulu spæla finaluna um Løgmanssteypið. Enn er tað ikki greitt, hvørjar fara at spæla kvinnufinaluna.