Finalupláss í badminton

OYL 15: Føroyar hava í morgun spælt seg í finaluni í liðkappingini í badminton

Badminton landsliðið hevur aftur í morgun verið í dysti. Badminton landsliðið spældi í morgun hálvfinalu í liðkappingini ímóti Isle of Man, og væl gekst hjá okkara íðkarum.

 

Føroyar vann samanlagt 3-0 á Isle of Man, og hava harvið leikt seg í finaluna, sum er í kvøld klokkan 20:00.

 

Í finaluni skal Føroyar spæla ímóti vertunum úr Jersey.

 

Úrslitini í badminton vóru annars hesi:

 

Føroyar – Isle of Man 3-0

 

Single hjá monnum: Benjamin Gunnarstein – Adam Colley 2-1 (21-12, 19-21, 21-12)

Single hjá kvinnum: Rannvá Djurhuus Carlsson – Jessica Li 2-1 (21-14, 12-21, 21-15)

Double hjá monnum: Niclas H. Eysturoy & Aksel E. Poulsen – Jonathan Callow & Neil Harding 2-0 (21-9, 21-19)