Tað sást greitt á áskoðarafjøldini, at talan ikki var um tann heilt stóra spenningin, nú Neistakvinnurnar fyri fyrstu ferð í sjey ár tóktust vísar í einum finaluplássi.
Talið av áskoðarum táttaði neyvan av álvara í tey 50, tá dysturin varð blástur ígongd, og tó at hesi øktust í tali, sum dysturin leið, so fingu tey ikki stórvegis spenning fyri peningin.
Skjót avgreiðsla
Frá fyrsta bríksli var nevnliga greitt, at her skuldi ikki vera nakað stórvegis ivamál.
Hóast tryggu leiðsluna frá fyrra dystinum, so valdi Neistin frá fyrsta bríksli at mansverja útlendsku leikararnar hjá Stjørnuni. Antin skiftandi ella báðar í senn, og tað tók sum vera man broddin av álopsspælinum hjá gestunum.
At Neistin so samstundis sýndi nakað av tí besta álopsspælinum, sum tær hava havt í ár, gjørdi bara munin størri. Til tíðir gekk álopsspælið heilt skjótt, soleiðis at verjan hjá Stjørnuni varð spæld heilt tunn, so bæði skjúttar og strika hjá teimum bláu veruliga fingu dusað sær.
Eftir 13 minuttum var støðan soleiðis vorðin 8-1, og tó at Neistin nú slakaði, so kom spenningur ikki í samlaða úrslitið. Eina løtu eftir steðgin tóktist Søljan hava hug at skapa spenning um útfallið av hesum eina dystinum, men seinastu løtuna fall hamarin av álvara. Tað tóktist greitt, at orkan hjá vertunum var nakað væl betri, og so líðandi syrgdu tær fyri, at heldur ikki her skuldi nakar ivi verða.
Sjey rak ár
Hvør mótstøðan í finaludystinum verður, var so ikki greitt undan evstamarki okkara. Men tað er einki at ivast í, at talan tá verður um eina munandi truplari uppgávu. Bæði Stjørnan og VB tykjast í øllum førum vera í einum flokki fyri seg í løtuni, men júst tann partin mundu tær í Neistanum ikki hugsað so nógv um mikukvøldið.
Fyrst og fremst, so kundu tær frøast um fyrsta finaluplássið í sjey ár. Tikið verður jú til, at eftir sjey rak ár koma sjey feit, og so er spurningurin, hvørt hetta skal takast sum tekin um, at gyltu tíðirnar hjá Neistanum nú aftur eru ávegis.
Dysturin í tølukm
Neistin-Søljan 29-23 (14-11)
Neistin víðari við samanlagt 57-44
Málskjúttar
Neistin: Marjun Tróndarson 8(1), Simona Petersen 5, Ása á Neystabø 4, Annika Thomsen 4(3), Unn Kragesteen 3, Lív Sørensen 2, Mildrið Jacobsen 1, Lív Reynheim 1
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 13(1), Lina Andriulyte 4, Herthe Simonsen 3, Heidi Maria Akselsen 2, Petra Thomassen 1
Brotskøst: Neistin 4, Søljan 2
Útvísingar: Neistin 1, Søljan 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen. Leiddu dystin uttan nevniverdar trupulleikar.