Finaluplássið fokið

Tjaldur hevði vind í seglunum, tá Trygvi Mortensen loysti Bogdan Burcea av. Tað rakk til gull í steypa­kappingini, men finaluplássið í landskappingini er fokið

Tríggir dystir uttan at fáa fult. Tað ber snøgt sagt ikki til í enda­spurt­inum, tá trý lið kappast um at sleppa í finalurnar um føroya­meistaraheitið. Tað hevur Tjaldur fingið at sanna. Kvinnurnar úr Runavík vunnu heldur ikki í gjár. Úrslitið hevur við sær, at Neistin og Stjørnan hava staðfest sítt finalu­pláss undan seinasta umfarinum.

Gekk væl
Tað loysti seg at skifta venjaran í november. Bogdan Burcea hevði ikki nøktandi úrslit at vísa á í hes­um kappingarárinum, tá Trygvi Mortensen loysti hann av sum venjari hjá Tjaldur í november. Tjaldur átti tá ikki virknan leiklut í finalustríðnum. Kvinn­urnar úr Runavík vunnu níggju lands­kapp­ingardystir upp í slag, umframt at tær vunnu steypakappingina. So kom stígur í. 30. januar tapti Tjaldur fyri Stjørnuni í Klaksvík. Síðani hava stór sveiggj verið í úrs­litunum. Tær raktu botnin fyri tveim­um vikum síðani, tá Neistin vann við 21 málum á Tjaldri í høllini á Hálsi.
Orsøkirnar eru fleiri. Ábyrgdin hjá Simonu Petersen og Adinu Petrea hevur verið stór. Liðini hava dugað at vart fyri teimum og somu­leiðis tikið broddin úr álops­spælinum. Avgerandi dystirnir, sum millum annað móti Neistanum, var Annika Thomsen skadd og Adina Petrea var darvað av sjúku. Hon spældi tó allíkavæl, men ikki við fullari megi.

Taptu við einum
Treytirnar hjá Tjaldur vóru einfaldar undan dystinum. Liðið skuldi vinna sínar írestandi dystir, og Neistin skuldi snáva í heimadystinum móti Stjørnuni næsta vikuskiftið. Tað eydnaðist ikki. VB hevur argað hini liðini á heimavølli, og tað gjørdu vágskvinnur aftur hesa­ferð. VB vann við einum máli, 30-29, á Tjaldur og syrgdi sam­stundis fyri, at Stjørnan og Neistin spæla finalurnar um føroyameistara­heitið.