Finalupláss


 

Við tíðini, 51,51 sekundum rann Heini Hátún seg týsdagin í finaluna á 400 metrum. Heini gjørdist nummar trý í sínum heati, og var hetta nóg mikið at tryggja sær finaluplássið, har hann tó hevur vánaligastu tíðina av finaluluttakarunum. Magni Mouritsen tók eisini lut í hesi kapping, men gjørdist nummar fimm í sínari hálvfinalu við 52,55 sekundum.


Fullførdi við skaða

Guttorm Sørensen tók lut í 5.000 metra finaluni týsdagin, men vónirnar undan hesum vóru avgjørt ikki av teimum bestu. Guttorm hevur leingi verið plágaður av skaða í knænum, men hann gjørdi kortini av at starta í renningini, men roknað varð næstan við, at hann fór at gevast. Soleiðis gjørdist tó ikki, og Guttorm kom á mál sum nummar 7 í tíðini 16.07,86. Vinnarin rann teinnin í 15.33,41


Nr 8 uttan venjing

Ingibjørg Poulsen gjørdist nummar átta í klingruvarpi. Ingibjørg tveitti klingruna 28,69 metrar, sum tó var nakað væl minni enn teir góðu 40 metrarnir, sum besti kastarin megnaði. Hinvegin er hetta eitt gott úrslit, tá hugsað verður um, at klingruvarp upprunaliga varð tikið av skránni. Ingibjørg var ikki kunnað um, at hendan avgerðin seinni varð broytt, og tí hevur hon lítið og einki vant í hesum.