Holland er í finaluni fyri U/21 lið eftir at hava vunnið ein rættiligan maratondyst í hálvfinaluni móti Onglandi í Heerenveen í Hollandi. Ongland var annars nær við eftir at hava ført meginpartin av dystinum við máli sum Leroy Lita hevði gjørt, men ein minutt áðrenn tíð javnaði Maceo Rigters fyri Holland. Eingi mál komu í eykatíðini, og so mátti brotssparkakapping til. Tað skuldu heili 32 av slagnum til, áðrenn Holland stóð sum vinnari – 13-12. Hetta er met fyri brotsspørk í einum UEFA-dysti. Gianni Zuiverloon skoraði avgerandi málið..