Finaluluttakararnir verða funnir í kvøld


Tær báðar seinnu hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini hjá monnum verða leiktar í kvøld


 

Hondbóltur


Hóast tað kanska kann tykjast heldru óspennandi, so skulu tær báðar seinnu hálvfinalurnar hjá monnum spælast, áðrenn tað við vissu er greitt, hvørji lið skulu hittast í finaludystinum annað vikuskifitð.


Tað er tó eingin loyna, at tað eru VÍF og StÍF, sum eru greiðir favorittar at vinna sær rættin til finalusessirnar. Bæði vunnu tey trygt í hálvfinaludystunum á ávíkavist Kyndli og Neistanum, og harvið tykist tað greitt, at talan verður um somu finalulið sum fyri tveimum árum síðani. Tað ferðina vann VÍF sera tepurt.

Orsøkin til, at dystirnir verða leiktir týskvøld, og ikki mikukvøld, soleiðis sum vanligt er, er at U-21 landsliðið hjá monnum fer av landinum mikumorgunin, og at leikararnir á hesum í fleiri førum eru partur av fyrstudeildarliði felagsins. Ferðin hjá U-21 liðnum viðføriri eisini, at sjálvur finaludysturin er fluttur.

Vanliga er hesin fyrsta vikuskiftið í februar, men nú verður hann so ikki fyrr enn 10. februar.

Kyndil og VÍF hittast í Høllini á Hálsi í Havn, meðan StÍF og Neistin hittast á Skála.