Í kvøld verður punktum sett fyri tíggjunda umfari í Effo-deildini. Tað verður við Løkin í Runavík, har NSÍ fær vitjan av B36.
Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey hósdagin spældu seg í steypafinaluna, sum verður leygarkvøldið 26. august. B36 vann við níggju monnum og eftir longda leiktíð 3-2 ímóti HB, og NSÍ vann sannførandi 3-0 sigur á KÍ.
Tá ið liðini í triðja umfari hittust í Gundadali, var úrslitið 2-2, eftir at NSÍ fram ímóti steðginum var frammanfyri 2-0.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar í landskappingini hevur NSÍ verið á heimavølli. Úrtøkan er javnleikur ímóti Skála og trivaligir sigrar ímóti 07 Vestur og ÍF.
Eftir trilvandi byrjan tykist tað sum um, at B36 er um at fóta sær. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan verið tveir sigrar og tveir javnleikir – javnt á útivølli ímóti EB/Streymi og Skála og 4-0 sigrar á heimavølli ímóti ÍF og 07 Vestur.
NSÍ er á triðja plássi við 16 stigum, og B36 er á fimta plássi við 12 stigum.
NSÍ-B36: Petur Reinert kl. 18.00











