Seinasta umfar í bestu føroysku deildini í telduspælinum, CS:GO, varð spælt farna vikuskifti. Longu undan hesum umfarinum var greitt, at S.Y.G og MYD høvdu tryggjað sær finalupláss, men finnast skuldu tvey finalulið afturat.
Kappingin var somikið tøtt, at øll hini fýra liðini í deildini høvdu møguleika at spæla seg í finaluna. Tá ið avtornaði vóru tað Suh Dude og Team Ballast, sum spældu seg í finaluna, meðan NiceGuyS og Dudes In Suites flyta niður í næstbestu deildina.
Finalan verður spæld 27. mai á torginum í SMS, har fyriskipararnir hava fingið til vega ein risa stóra vinning áljóðandi 15.000 krónur. Frásøgufólk verða til finalutiltakið, sum eisini verður stroymað beinleiðis á esport.fo.