Talan var um eina endurtøku av steypafinaluni, tá kvinnurnar hjá Drátti og SÍ hittust á Giljanesi í gjár. Úrslitið gjørdist eisini tað sama, 3-2 til SÍ, men hesa ferð var Dráttur á odda 2-0, áðrenn SÍ fekk vent dystinum tey bæði næstu settini – og síðani vunnið fimta settið og dystin.
Karin Mikkelsen var ikki við hjá SÍ, og tað var kanska ein viðvirkandi orsøk til, at tað ikki bar so væl til tey bæði fyrstu settini, tí liðið mátti umskipast tilsvarandi. Men einki bilti spælinum og stríðsviljanum hjá Drátti, ið veruliga vísti, at liðið ætlaði sær at taka síðsta sigurin í slagnum um Vágar.
Tað koyrdi eisini væl hjá heimaliðnum. Ikki minst í øðrum setti, har Maja Filipovic legði fyri við at serva Drátt framum 9-0, áðrenn SÍ vann fyrsta stigið. Tá var settið longu avgjørt og Dráttur á odda 2-0.
Men so gjørdi SÍ nakrar broytingar í uppstillingini, ið hjálptu væl til. Talan var enn tá um sera gott spæl í bæði triðja og fjórða setti, har SÍ greitt hevði munin – ikki minst á gólvinum, har farið var eftir øllum, sum bara rørdi seg – hóast Dráttur av øllum alvi royndi at fylgja við.
Í fjórða setti vildi Vivian Joensen vísa, at hon eisini dugdi at serva, tá hon í einum høggi servaði ikki færri enn 14 stig á kontuna hjá SÍ, sum vann settið greitt.
Dysturin var tó ikki liðugur enn, hóast tað sá út til, at SÍ hevði vunnið sær sálarligu yvirvágina undan fimta setti. Tvørturímóti legði Dráttur væl út og var á odda bæði 6-1 og 12-9, men kortini ikki kláraði tað. Støðan var enntá 13-12 til Drátt, tá SÍ gjørdi seinasta vørrin í dystin og tók tríggjar teir seinastu bóltarnar, so sigurin fór til Sørvágs.