Felagið hjá føroyskum Liverpool-fjepparum ger sum vera man nógv burturúr europeisku finaluni millum Milan og Liverpool, sum skal spælast mikukvøldið.
Avtala er gjørd við Rex í Havn, soleiðis at dysturin verður vístur á stórskíggja, og yvir høvur er ætlanin, at talan skal verða um eitt hugnakvøld av teimum góðu. Við at boða frá luttøku undan tiltakinum, er nevnliga eisini møguligt at fáa ein góðan bita undan dystinum, og verður dysturin sjálvur eisini av tí góða slagnum, so er einki at ivast í, at talan alt í alt verður um eina ógloymandi uppliving fyri Liverpool-fjepparar á Rex.