Flogbóltur
Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen - Isle of Man
Stóri spurningurin undan hálvfinaluni móti bólkavinnarunum úr Gotlandi tóktist vera, um føroyska liðið hevði reist seg, eftir greiða tapið móti Saaremaa.
Fyrsta løtan av dystinum prógvaði tó, at hetta so als ikki var nakað at óttast, tí føroysku menninir hava neyvan verið meira tendraðir enn tað sama, tá teir fóru á vøllin.
Fyrsta settið byrjaði sera væl frá okkara síðu, og áðrenn hinir vóru komnir rættiliga ígongd, høvdu okkara vunnið sær eina hampuliga leiðslu.
Í allar mátar var nógv meira kraft í føroyska avrikinum, í mun til tað, sum vit hava sæð í undanfarnu dystunum. Neyvleikin í hevingunum var størri, enn hann hevur verið og lættari var tí at fáa ferð á smasjini, sum vórðu send tvørtur um netið. Mest positivt var tað tó, at blokkurin fyri fyrstu ferð í kappingini veruliga tóktist at rigga.
Fleiri bóltar vórðu vunnir í blokkinum, har tað ikki minst var ein styrkur, at Ragnar Petersen veruliga hevði fingið glið á.
Eftir at Føroyar soleiðis høvdu nærum tjóvstartað, kom tó meira glið á spælið hjá mótstøðumonnunum, men hóast teir ongan tíð lótu føroyingarnar renna undan sær, so megnaðu teir ikki at vinna seg upp aftur í hesum settinum.
Mistøk kostaðu
Næsta settið var talan framhaldandi um sera javnt spæl. Liðini skiftust um at hála stórspælið fram, og í fleiri førum var talan um bæði langar og undirhaldandi bóltar.
Miðskeiðis í settinum framdu okkara tó brádliga fleiri óenyðug mistók, sum tóktust íkoma av, at konsentratiónin hjá fleiri leikarum brádliga ikki var til staðar. Einar tríggjar ferðir vunnu teir bóltar, tí okkara gloymdu at tippa holið aftan fyri blokkin, og Gotland fekk óneyðugt møguleika at renna undan okkum.
Mistøkini vórðu tó rættað nakað seinni, men hetta varð tó ikki nóg mikið til at vinna tað mista innaftur, og tí slapp Gotland undan at koma sær í eina 0-2 støðu, sum ivaleyst hevði talað til fyrimuns fyri okkara.
Ístaðin fingu teir nú sinniligu yvirvágna í dystinum, og seinastu bæði settini vunnu teir eisini hampuliga sannførandi, tó at okkara í longum løgum royndu at muta ímóti.
Tað var tó ov seint og ov litið hjá okkara, sum soleiðis máttu taka til takkar við einum dysti um triðja plássið, heldur enn at sleppa at verða partur av einum finaludyst.