Steypafinalurnar í yngru deildum verða spældar á niðara vølli í Gundadali nú leygardagin. Fyrsti dysturin er klokkan 10, tá smágentur hjá HB og KÍ dystast um Niels L. Arge steypið. Klokkan 12 spæla smádreingirnir hjá NSÍ og VB/TB um Cadbury steypið. Í gentudeildini er finalan millum KÍ og B68/NSÍ, og byrjar tær klokkan 14. Seinasta finalan verður klokkan 16, tá dreingjaliðini hjá HB og B36 spæla um blaðberarasteypið. Annan mikudag er unglingafinalan á skránni, og annan leygardag spæla bestu kvinnu- og mansliðini sínar finalur.










