Fyrra av teimum báðum finalunum stendur millum kvinnurnar hjá VÍF og Stjørnuni.
Her verður roknað við, at Stjørnan er greiður favorittur, men úr Vestmanna er útmeldingin púrasta greitt, at tær ikki ætla at geva seg uttan víðari.
Kvinnufinalan byrjar klokkan 13.30.
Klokkan 16.00 verður mansfinalan so blást ígongd, og her verður talan um endurtøku av finaluni í fjør, tá Neistin vann við einum máli á grannunum úr Kyndli.
Í landskappingini tykist eingin at skala Neistan í ár. Liðið er langt fremst, og hevur bert tapt tveir dystir. Annar av hesum var tó júst móti Kyndli, og teir grønu hava eisini fyrr víst, at teir duga at sveiggja seg upp júst í røttu løtunum.