Finaludómarar settir

Heri Petersen og Dánjal Samuelsen skulu fyri fyrstu ferð døma steypafinalu. Teir báðir skulu døma kvinnufinaluna um eina viku. Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen døma mansfinaluna

Hondbóltur

Hetta stendur greitt, nú endaligu dómaraásetingarnar eru settar til steypafinalurnar.
Tað var kanska ikki óvæntað, at Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen verða settir at døma mansfinaluna. Teir báðir vórðu í fjør kosnir besta dómaraparið í landinum, eins og teir eisini vórðu útnevndir altjóða dómarar.

Kvinnufinalan er so givin Hera Petersen og Dánjal Samuelsen. Teir báðir hava dømt heilt nógvar dystir higartil í ár - í flestu førum við góðum skoðsmálum. Tí er talan heilt greitt um stórt heraklapp til teir báðar.