Leygardagin 16. apríl verða ikki færri enn 16 finalur á skránni til NEMA FM 2011 í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, nú badminton, borðtennis og judo stendur fyri tørni. Tað er annað árið á rað at Ítróttarhøllin á Hálsi er karmur um stóra FM finalu dagin. Hetta frálíka tiltak, ið umboðar tríggjar ítróttagreinar, byrjaði í 2006, tá badminton og borðtennis kappaðust lið um lið, og í 2007 kom so judo aftrat.
Íðkandi, fyriskiparar og áskoðarar í stórum tali møta upp at stuðla hvørjum øðrum og koyra undir, samstundis sum stundir gevast til tvørítróttarlig prát og hugnaliga samveru.
Sum vanligt verður nógv gjørt burturúr við serliga gólvinum, lýsingum kring vøllin, stóra køkuborðið, umframt bestu umstøðum í aðrar mátar.
Kringvarp Føroya stendur fyri live-upptøkunum í høllini, og tey hava fyrireika stóra tiltakið við fleiri upptøkutólum og frásøgufólkum, sum kenna leikarnar væl. Kvf sendir beinleiðis frá klokkan 14 og til steypahandanin er av.
Tey trý sambondini skipa fyri stórum upphitingartiltaki, sum verður í Badmintonhøllini í Havn. Tiltakið byrjar kl. 12.00 og endar við at øll fylgjast niðan í høllina á Hálsi kl. 13.45 at hyggja eftir finalunum. Upphitingartiltakið er fyri øll badminton, borðtennis og judoáhugaði. Í badmintonhøllini verður skipað fyri ymiskum spølum, andlitsmáling o.ø. Eisini verður okkurt gott at eta og drekka. Børnini fáa eisini T-shirt, klapparar, ítróttarposar, umframt atgongumerki til finaluna.
Um kvøldið, tá allar kappingarnar eru av, verður stór gallaveitsla, har millum annað ársins herðaklapp í badminton, borðtennis og judo verða heiðraðir.